– Hetta er ein lúnskur máti at lúra seg inn á fólk.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur ógvuliga ilt av, at Rúsan selur rúsdrekka, sum eru blandað, og sotsatt klárt at drekka.
Løgtingið hevur aðalorðaskifti í dag um rúsdrekka og rúsevnapolitikkin í framtíðini, og eyðvitað snýr ein partur av viðgerðini um leiklutin hjá Rúsuni.
Katrin Kallsberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, er ein av teimum, sum hevur drigið Rúsuna fram í orðaskiftið, men í tí sambandi vildi hon hava at vita frá Poul Michelsen, sum umsitur Rúsuna í landsstýrinum, um hann tekur undir við, at Rúsan eisini selur tonic at blanda ginn við.
Les eisini: Hví skal Rúsan selja sodavatn at blanda við?
http://www.in.fo/news-detail/hvi-skal-rusan-selja-sodavatn-at-blanda-vid/
Poul Michelsen ger greitt, at tað ger hann ikki.
Hann sigur, at hann hevur ómetaliga ilt av at Rúsan selur blandað rúsdrekka, sum er klárt at drekka. Hann sigur, at tað er ætlað teimum heilt ungu, so at tey kunnu læra seg at drekka við rúsdrekka, sum er lætt at drekka.
– Tað er ein lúnskur máti at lúra seg inn á fólk upp á, og eg haldi at tað ómetaliga skaðiligt, sigur Poul Michelsen.
Hann heldur, at hesir drykkirnir hoyra ikki heima í Rúsuni, Og stendur tað til hansara, verða treytir settar Rúsuni á hasum øki, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.