Í samband við, at tónleikakappingin Stella Polaris verður hildin í døgunum 18. - 20. februar, hava ungir og gávuríkir tónleikarar aftur í dag kappast í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. Tað er musikkskúlanevnd Tórshavnar býráðs, sum skipar fyri kappingini. 66 børn og ung úr øllum landinum taka lut í kappingini.
Í gjár framførdu 29 luttakarar í aldursbólkinum til og við 14 ár, og í dag framførdu 27 luttakarar í aldursbólkinum 14 til og við 18 ár á palli. Kappingin var í konsertsalinum Hátún í Tórshavnar Musikkskúla við Landavegin, umframt at ein luttakari á orgul framførdi í Vesturkirkjuni.
Dómsnevndin er sett saman av Heiðruni Petersen, Eyðuni á Lakjuni, Jógvani Zachariassen, Hans Peturi í Brekkunum og Pálli Sólstein, ið samstundis er formaður í nevndini. Páll Sólstein sigur, at nevndin var sera ovfarin av høga støðinum, og at tað hevur verið serstakliga avbjóðandi at gera ein úrskurð av dagsins framførslum.
Men, ein avgerð skuldi takast og eftir at hava umrátt seg ein lítlan tíma, kom nevndin fram til, at virðislønirnar skuldu latast soleiðis:
* Triðja virðisløn fór til Ara Hammer Joensen ið spælir orgul.
* Onnur virðirløn fór til Sonnu Bæk Hoydal ið syngur.
* Fyrsta virðisløn fór til Yngvu Sigurdsdóttir Lamhauge ið spælir saxofon.
##med2##
Framførslurnar í dag vóru allar góðar, og áhoyrararnir fóru heim aftur ríkaðir við fleiri góðum tónleikaligum upplivingum. Kappingin heldur fram í morgin, leygardagin 20. februar. Byrjað verður klokkan 12, og tá fara níggju ungir tónleikarar í elsta aldursbólkinum - 18 til og við 25 ár - at kappast.
Klokkan 17 verður virðislønahandan í Hátúni, og tá verður kunngjørt, hvørjir vinnararnir í elsta aldursbólkinum eru. - Øll eru vælkomin í Hátún at lurta, og kappingin verður eisini stroymd á www.tm.fo siga fyrireikararnir í kvøld.