Hesar U19 gentirnar fara til Íslands

Flogbóltur: Tað er aftur lív í flogbóltslandsliðnum eftir drúgva tíð við koronufarsóttini

Hósdagin fer U19-landsliðið við gentum til Íslands at spæla Small Countries Association kappingina. Føroyar at møta Gibraltar, Malta og Íslandi, skrivar Flogbóltssambandið.

 

– Nú verður aftur lív í flogbóltslandsliðnum eftir drúgva tíð við lockdown. Vit fegnast um at flogbóltsdyrnar eru opnaðar aftur, og gleða okkum at fylgja ungu leikarunum á teirra ferð til ísland. Hósdagin fer liðið til Ísland, og byrja verður við kappingini fríggjadagin. Kappingin kallast Small Countries Association, og kemur Føroyar at møta Gibraltar, Malta og Íslandi, skrivar Flogbóltssambandið.

 

U19-landsliðsvenjarin, Lars Engell, hevur úttikið hesar spælararnar.

 

Fleyr: Vár Rajani Færø, Hanna Iansdóttir Biskupstø, Helena Skylv Hansen

 

SÍ: Sofía Weihe Simonsen, Janna Falkvard, Inga Helena Henriksen, Eva Gunn Niclasen

 

KÍF: Milja Silvansdóttir, Marta Fagrakeltt, Jakobina Joensen

 

Mjølnir: Anna Arnholdsdóttir

 

Dráttur: Henrikka Wang Jacobsen