Hesar stjørnur vera ikki við í HM

Sanchez, Bale, Robben og aðrir: her er dreymaliðið við leikarum, ið ikki sleppa til HM.

HM-endaspælið í fótbólti verður spælt í Russlandi næsta summar. Ein røð av stjørnuspælarum er sum vera man við í endaspælinum, sum verður spælt í døgunum 14. juni til 15. juli, men so eru tað aðrar stjørnur, ið ikki sleppa við.


Flest øll mundu fegnast um, at tað eydnaðist bæði Portugal og Argentina at koma víðari. Tað merkir, at vit í HM-endaspælinum sleppa at síggja teir báðar, ið kappast um at vera heimsins besti, nevniliga Cristiano Ronaldo og Lionel Messi.


Svenska Aftonbladet hevur sett saman eitt dreymalið av leikarum, sum ikki vera at síggja í HM-endaspælinum av teirri einføldu orsøk, at landslið teirra ikki megnaði at spæla seg víðari úr HM-undankappingini.


Dreymaliðið við leikarum, ið ikki sleppa til HM:


Jan Oblak (Slovenia) – Antonio Valencia (Ekvador), Milan Skriniar (Slovakia), David Alaba (Eysturrúki) – Arjen Robben (Holland), Miralem Pjanic (Bosnia-Hersogovina), Arturo Vidal (Kili), Gareth Bale (Wales) – Pierre-Emerick Aubameyang (Gabon), Edin Dzeko (Bosnia-Hersogovina), Alexis Sanchez (Kili)


Aðrir kendir, ið ikki vera við: Virgil van Dijk (Holland), Marek Hamsik (Slovakia), Christian Pulisic (USA) og Riyad Mahrez (Algeria)