ÍF Føroyar Fimleikur, sum er føroyskt fimleikafelag í Keypmannahavn fyri útisetar, fer aftur í ár at melda eitt lið til donsku kappingarnar og onkra einstaka føroyska eisini. Liðið er júst úttikið, og tær, sum skulu manna liðið, eru Jeanni Petersen, Lindis Petersen, Anna Helena Eidesgaard, Ruth Smith, Rakul R. Jógvansdóttir, Maria Krossteig Hansen, Turið Nattestad, Beinta B. Joensen, Inga Maria Mikkelsen og Bjørg E. Ellendersen. Venjari er Bodil H. Heimistovu.
Tær eru nakrar fleiri í hópinum nú enn undanfarin ár, men tað er ein ætlan við tí. Tað vónar í øllum førum Ruth Smith, sum aftur í ár er við á liðnum.
- Vit hava í ár valt at taka nógvar út fyri at fáa ein breiðari hóp, kanska soleiðis at mann okkurt árið fer at kunna at hava tvey lið, sigur Ruth, sum greiðir soleiðis frá um venjingarnar hjá liðnum:
- Vit venja fast tvær ferðir um vikuna, men hava ein eyka triðja venjingartíma. Er mann noyddur at ‘forsøma’ onkra venjing vegna uppgávuskriving ella øðrum, er tað tann ‘eyka’ venjingin mann forsømir, soleiðis at vit eru so fulmannaðar sum møguligt til tær føstu venjingarnar, sigur hon.
Ruth slær fast, at ÍF Føroyar fimleikur er sniðgivið til føroyskar fimleikarar, soleiðis at teir kunnu halda áfram at íðka fimleik, tá farið verður undir víðari lesnað. Tað er soleiðis at tað altíð er lesnaðurin, ið er hægst á prioriteringslistanum.
- Tað eru seks kappingar í ár. Tann fyrsta er longu 22. novembur 2014, sum er ein ‘upptøku’ kapping til HM, altso trý tey bestu liðið sleppa við til HM, sum verður hildið í Føroyum fyrsta vikuskifti í juni 2015. Síðan er ein kapping í januar - DM 1. runda - men av tí at nógvar royndir liggja júst um hettar tíðarskeiðið, rokna vit ikki við at luttaka í hesi kapping. Annars ætla vit at luttaka í kappingini um sælandsmeistaraheitið, sum er fyrst í mars, DM í estetiskum fimleiki næsta vikuskifti í apríl og DM 2. runda, sum verður síðst í apríl, sigur Ruth Smith at enda.
Tilber at fylgja liðnum á facebook-síðuni “ÍF Føroyar Fimleikur”.










