Fyrrverandi Manchester United legendan, Paul Scholes, sum í seinastuni fleiri ferðir hevur verið úti við hørðum atfinningum eftir spælinum hjá Manchester United, mælir nú felagnum at fara eftir trimum heimsstjørnum.
Í samrøðu við BT Sport, sigur Paul Scholes, at Manchester United í summar skal keypa Real Madrid leikararnar, Luka Modric og Rafael Varane, umframt fyrrverandi Manchester United leikaran, Paul Pogba.
- Teir skulu fara eftir Luka Modric. Kanska hann er nakað gamal, men hann er ein frálíkur leikari. Somuleiðis haldi eg eisini at Manchester United skal keypa franska verjuleikaran, Rafael Varane.
- Vit mangla møguliga ein áleypara, men um eg skuldi valt ein afturat, hevði eg farið eftir fyrrverandi Manchester United leikaranum, Paul Pogba.
Paul Scholes var eisini úti við hørðum atfinningum eftir Manchester United í samrøðuni við BT Sport.
- Í 20 ár hevði Manchester United ein identitet. Tú visti at teir fóru út at spæla skjótan fótbólt, at avlevera frameftir, at takkla og at stríðast. Hesi seinastu trý árini eru teir farnir vekk frá øllum tí sum áður hevur riggað.
- Soleiðis sum nógvir leikarar hava avrikað, hava teir sum eru komnir inn fyri yvir 300 milliónir krónur avrika líka illa sum teir, sum eru farnir úr felagnum.
Manchester United liggur á einum skuffandi sætta plássið í ensku Premier League.