Hesar sangir syngur Sigmund í kvøld

Í kvøld er hálvfinala í donsku X Factor kappingini

Í hálvfinaluni í donsku X Factor kappingini, sum verður í kvøld, skulu teir fýra luttakararnir syngja tveir sangir hvør. Fyrra sangin syngja tey sjálvi, og í seinna sanginum hava tey ein kendan gest við á pallin.

Ein av luttakarunum er Sigmund Trondheim, sum hevur føroysk ættarbond.

Fyrri sangurin hjá Sigmundi í kvøld er »Side to Side« hjá Ariana Grande. Tann seinni verður danski sangurin »Malibu«, sum Skinz eigur. Sigmund og Skinz fara at framføra sangin saman.

Tríggir luttakarar fara í kvøld víðari til finaluna, sum verður næsta vikuskiftið. 

X Factor hálvfinalan verður víst beinleiðis á sjónvarpsrásini DR1 frá kl 19.00 í kvøld.