Borðhaldið í Vági er nú um at koma at enda. Eftir at ársins hetta og hatta eru kosin, er seinasti formligi parturin av kvøldinum, at landsliðsvenjararnir seta sítt dreymalið við spælarum úr bestu føroysku deildunum.
Hjá kvinnunum er liðið hetta:
Málverji - Fríða Petersen, Neistin
Høgri vongur - Rannvá Johannesen, VB
Høgri bakkur - Randi S. Wardum, Kyndil
Strika - Bjarta O. Johansen, Kyndil
Spælskipari - Bára Hansen, Neistin
Vinstri bakkur - Liljan Djurhuus, VÍF
Vinstri vongur - Turið A. Samuelsen, Kyndil