Fyrra hálvár vuksu skattainntøkurnar hjá kommununum við meira enn 50 milliónum krónum samanborið við somu tíð í fjør. Flestu kommunurnar kunnu fegnast um, at tær hava fingið meira pengar í kassan, men summar hava fingið minni inn í skatti í ár enn í fjør.
Størstu lutvísu afturongdina í skattainntøkuni hevur Kunoyar kommuna, sum fekk 6,92% minni inni í skatti fyrra hálvár samanborið við somu tíð í fjør.
Fýra kommunur í Suðuroy høvdu eisini afturgongd. Hvalbiar kommuna fekk 3,73% minni inn, Fámjins kommuna 6,01% minni, Hovs 4,33% minni og Porkeris 3,29% minni.
Samanlagt vuksu skattainntøkurnar hjá kommununum við 6,2% fyrra hálvár samanborið við somu tíð í fjør.