Veðurforsøgnin boðar frá nógvum vindi í kvøld, og tí heitir Tórshavnar Sløkkilið á fólk, um at hugsa seg væl um, áðrenn mann fer at brenna bál, um mann ætlar tað. Loyvi skal til, og seinasta freistin at søkja um hetta loyvið er nú um eina løtu - klokkan 12.
Fyri at fáa loyvi eru fleiri treytir, ið skulu haldast. Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini. Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.
Treytirnar eru hesar:
- at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
- at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
- at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða bert loyvd, metir Sløkkiliðið trygd og frástøðu at verða hóskandi til umstøðurnar
- at veðrið er til vildar, og vindferðin skal í mesta lagi verða 15 m/s
- at frástøða til hús og lutir verður nóg stór
- at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum
- at navn, bústaður og telefonnummar verða upplýst.
- at verður neyðugt hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning.
- at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
- mælt verður til at hava spannir ella vatnkør á staðnum skuldi verið neyðugt at sløkt ella kølt niður brunaskaðar
- Sera umráðandi er, at fýrverk ikki verður tveitt í bálið
Hevur mann ikki søkt um loyvi áðrenn klokkan 12 í dag, so hevur mann altso ikki loyvi at brenna nýggjársbál í kvøld. Søkt verður um loyvi talgilt umvegis hetta oyðublaðið.