Enn er landskappingin í Eikligunum hjá kvinnum og monnum ikki heilt liðug, tí hjá kvinnunum er eitt umfar eftir enn og hjá monnunum ein einstakur dystur. Kortini er greitt, hvussu FM-finalurnar verða mannaðar, tí hjá kvinnunum verða Fleyr og Mjølnir tey bæði fremstu liðini og hjá monnunum ÍF og Mjølnir.
Eins og í fjør, verða FM-finalurnar aftur í ár spældar í ítróttarhøllini á Eiði, og Flogbóltssambandið hevur gjørt av, at finaludagarnir verða leygardagin 26. mars og sunnudagin 27. mars. Báðar dagarnar eru kvinnufinalurnar klokkan 14 og mansfinalurnar klokkan 16.
Vinnur eitt lið báðar dagarnar, verður tað føroyameistari, men um liðini vinna hvør sín dyst, verður ein seinasta og avgerandi finala spæld leygardagin 2. apríl. Tann dysturin verður spældir á heimavøllinum hjá tí av liðunum, ið endaði fremst í landskappingini.
Hjá monnunum verður tað tí ÍF, ið fær heimavøll í slíkum føri, men hjá kvinnunum má síðsta umfarið spælast, áðrenn sigast kann, um tað verður Fleyr ella Mjølnir, ið vinnur rættin til heimavøll í einari møguligari triðju finalu.










