Hesar dagar verður Summar Festivalurin 2018

Ársins Summar Festivalur er farin aftur um, og fyrireikararnir fara nú at venda eyguni fram ímóti næsta festivali, skriva  teir í tíðindaskrivi í dag. 


Tað fyrsta, ið er á skránni, er at seta dagfestingina fyri Summar Festivalin í 2018, og er tað longu avgreitt. 


Summar Festivalurin 2018 verður hildin dagarnar frá 9. til 11. august, og forsølan til næsta festivalin byrjar í heyst.