Føroyska U-17 landsliðið hjá kvinnum er í hesum døgum í Montenegro, har tær taka lut í EM-undankapping.
Landsliðið skal møta trimum liðum í undankappingini næstu dagarnar, harav tann fyrsti dysturin er í dag, tá landsliðið møtir Finnlandi.
Tær sum byrja dystin eru: Ingunn K. Persson - Bjørg D. Djurhuus, Birita B. Nielsen, Amanda Johannesen,Tórunn H. Joensen - Julia N. Mortensen, Rebekka K. K. Olsen, Lea Hansen, Evy á Lakjuni - Erla Christiansen - Rebekka F. Benbakoura.
24. oktober møtir føroyska liðið Íslandi og 27. oktober er Montenegro mótstøðuliðið.