Hesaferð sleppur Víkingur ikki at renna B36 niður

(Ljóðsamrøða) B36-venjarin kann liva við javnleiki ímóti Víkingi, men fer eftir sigrinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá B36, Eyðun Klakstein, sum varð bandað gjøgnum telefon í gjárakvøldið.

 

Eyðun Klakstein og hansara menn hava fyrireikað seg til ársins dyst, altavgerandi heimadystin ímóti Víkingi, sum byrjar á ovara vølli í Gundadali í Havn klokkan 17.15. Ein dystur, sum Tróndur Arge fer at siga frá dystinum á Rás2, sum hoyrist á 98.7 FM og 88,7 FM, umframt á midlar.fo.

 

Eyðun staðfestir, at tað sær gott út í skrivandi stund á stigatalvuni, har B36 er fýra stig frammanfyri Víking, og við einum dysti í bakhondini. Hetta merkir sambært Eyðuni, at B36 kann betur liva við einum javnleiki enn Víkingur, men Eyðun letur ongan iva verða um, at B36 fer eftir sigrinum, sum hevði givið liðinum eitt framúrskarandi útgangsstøðið í landskappingini. Víkingur sleppur ikki at renna B36 niður, sum teir gjørdu í 2-0 sigrinum í Gundadali í seinnu hálvfinaluni um løgmanssteypið, slær Eyðun fast.