Fyri aðru ferð innan fýra dagar hittust Chelsea og Manchester United á Stamford Bridge.
Dysturin í Premier League var ógvuliga kontroversiellur við dómaranum, Mark Clattenburg í miðdeplinum. Hesaferð í Capital One Cup dystinum var dómarin minni í fokus, tó at Chelsea fjepparar meta, at hann yvirsáð eitt brotsspark.
United stillaði við einum sera ungum og í fleiri førum óroyndum spælarum, men kortini vóru tað teir, ið løgdu seg á odda við máli frá veteraninum Ryan Giggs eftir ein stóran feil av Oriel Romeu. Chelsea javnaði við einum brotssparki frá David Luiz, men Javier Hernandez legði aftur Manchester liðið á odda.
Gary Cahill javnaði, men Nani tóktist at avgera dystin fyri útiliðið. Men rættiligt drama kom í dystin, tá Scott Wotton klossut í seinasta sekundi gjørdi brotsspark móti Ramires, sum Eden Hazard skoraði upp á.
Í eykatíðini setti Chelsea trumf á, men tá vóru bæði Eden Hazard og Oscar komnir á vøllin. Málini í eykatíðini skoraðu Daniel Sturridge og Ramires, og so broytti tað ikki nógv, at Ryan Giggs kundi minka um munin við brotssparki beint fyri tíð.
Norwich vann sín dyst á heimavølli seint við at koma frá bakhjóli og vinna 2-1 moti Tottenham, meðan Michael Laudrup vann dystin móti fyrrverandi Swansea venjaranum, Brendan Rodgers, heili 3-1 á Liverpool á Anfield.
Dystirnir í fjórðingsfinaluni eru hesir:
Bradford-Arsenal
Leeds-Chelsea
Norwich-Aston Villa
Swansea-Middlesbrough
Tað merkir, at Michael Laudrup hevur góðar møguleikar at koma í hálvfinaluna. Teir hava longu skrivað søgu við at koma í fjórðingsfinaluna fyri fyrstu ferð.