Suðringar hava verið stigaleysir í fleiri umførum, og í fleiri førum hava teir mist góðar javnleikir í tíðini dómarin hevur lagt aftrat.
Men í dag vóru marginalarnir við Suðringum, ið fingu góðan 0-0 javnleik á útivølli ímóti FM-vinnarunum, Víkingi.
Høvuðsvenjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl fegnast um, at eydnan var við Suðringum hesaferð. Hann staðfestir, at tað umaftur og umaftur hevur koppað skeiva vegin, og tað hevur verið sera ørkymlandi.
Men nú lýsir fyri stavn aftur hjá felagsliðnum. Mikukvøldið sendi Suðringar KÍ úr løgmanssteypinum, og í dag fingu teir eitt stig ímóti FM-vinnarunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Glenn Ståhl.
- Hetta stigið er sera týdningarmikið fyri okkum, sigur Glenn Ståhl
Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Maurice Ross hoyrist HER