- Eg stilli upp. Hesaferð skal tað eydnast Framsókn at fáa umboð í Tórshavnar býráð. Tað eydnaðist akkurát ikki seinast. Tað vantaðu átta atkvøður í, at eg varð vald.
Tað sigur Ruth Vang í kvøld, sum letur seg stilla upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.
Hon vísir á, at um so varð, at hon hevði verið vald á seinasta kommunuvali, hevði tann eini flokkurin ikki átt meirilutan einsamallur.
- Hugsast kann, at nógv hevði verið øðrvísi. Sjálvandi fari eg ikki at bera meg undan, tá boð eru eftir mær, hóast eg í løtuni siti sum varafólk á løgtingi.
Ruth Vang heldur tað hava avgerandi týdning, at Framsókn verður umboðað í Tórshavnar býráði.
- Allir flokkar bjóða seg fram at loysa avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman. Tað er hugaligt. Men, seinnu árini hava víst, at kommununi tørvar eina skynsama fíggjarliga raðfesting, har virðing er fyri, at tað er borgarin sum fíggjar kommunala virksemið.
Hon heldur, at tað fer at síggjast aftur, um Framsókn fær ávirkan á Tórshavnar kommunu næstu fýra árini.
- So sjálvandi stilli eg upp. Tú eigur avgerðina. Eg gevi tær møguleikan, sigur Ruth Vang á sínari Facebook-síðu í kvøld.