Rennarin úr Klaksvík, Jonhard Larsen fer at endurtaka væleydnaða stuðulstiltakið fyri Alzheimerfelagið “Meir fyri minnið” í ár.
Í fjør rann Jonhard Larsen, saman við øðrum allan vegin úr Klaksvíkini til Havnar, við tí endamáli at savna inn pening til Alzheimerfelagið.
-Eg ætli mær í ár at renna úr Havnini og heim aftur til Klaksvíkar við sama endamáli. Meiningin var at gera hetta 6. mai, men av tí at eg luttaki í FM í hálvmaraton í Klaksvík tá, so verður tað møguliga eina ella tvær vikur seinni. Hetta komi at at kunna nærri um, sigur Jonhard.
Sjálvur hevur Jonhard mammu, sum hevur Alzheimers, og tað er fyri at varpa ljós á og savna pening inn til Alzheimers-felagið, at Jonhard enn eina ferð rennur teir 77 kilometrarnir.
Í fjør varð stuðlað við 143.000,00 krónum tilsamans
Lurta eisini eftir samrøðuni, sum Heri Simonsen gjørdi við Jonhard í fjør her