Í august 1946 ? ein mánað fyri fólkaatkvøðuna um loysing ? varð ein bóklingur við heitinum FØROYAR borin hvørjum húsi og heimi í Føroyum.
Formælið til bókina var soljóðandi:
Formæli:
Føroyingum stendur nú í boði at taka við ognar- og yvirvaldsrættinum til land sítt, Føroyar.
Tjóðarviljin er tann, at tikið verður við hesum rætti: at vit sjálvir eiga landið og sjálvir ráða yvir tí.
Føroyingar mugu tí vita, hvussu teir skulu røkja og umsita henda ognarlut sín.
Til tess at gera fyrireikingarstarv hesum viðvíkjandi hava menn og kvinnur ? úr øllum politiskum flokkum her á landi ? stovnað felagsskap. Hetta er Føroyingafelag ? Felag fyri Føroya frælsi.
Tey uppskot, sum hesin felagsskapur hevur latið gera, verða kunngjørd Føroya fólki í hesum uppriti, sum her er prentað.
Hetta eru sjálvsagt bert uppskot. Hvussu land okkara fer at verða stýrt, hvørt tað verður nakað soeiðis sum her verður skotið upp ella á annan hátt, tað fer fólkaviljin ? fyrst og fremst soleiðis sum hann kemur til sjóndar í politiskum flokkum á fólkavalda lóggávutingi landsins ? at ráða fyri. Eyðvitð ber til at stýra og umsita landið á mangan hátt og betri enn her er greitt frá. Tað sum hetta rit hevur sett sær fyri er við orðum og tølum: 1. at prógva, at land okkara kann skipast sum frítt og frælst ríki og 2. at vísa á eina av teimum mongu leiðum sum føra á hetta endamál.
Hesi formælisorð biðja vit fólk hava í huga, tá tey lesa hetta rit.
Tórshavn í august 1946
FØROYINGAFELAG
Hetta var ongin glæstriútgáva á glitaðum pappíri og við vøkrum litmyndum. Nei, góðskan var sum wc-pappír av tí bíligara slagnum, óivað tí frægari var ikki at fáa, 5-ára heimsbardagin hevði sorlað alla framleiðsluorku í Europa og Asia.
Bóklingurin var sett upp soleiðis:
? Ognarrættur til Føroyar
? Uttanlandsviðurskifti
? Innanlandsviðurskifti
? Fíggjarlógaruppskot
fyri árið 1947
? Frágreiðing og við-
viðmerkingar
? Stjórnarskrá Føroya
(grundlóg)
Fíggjarlógaruppskotið sá soleiðis út:
Vert er at geva sær far um, at fyribrigdið »skiftistíð« als ikki verður nevnt í bóklinginum, men av uppskotinum til fíggjarlóg framgongur, hvussu landsins fyrisiting skal skipast:
? Hægsta stjórn landsins
við einum forseta
? Løgtingið
? Stjórnarráð við einum
ráðharra
ríkisbókhaldara
ríkisgrannskoðara
? Uttanríkismál við einum
sendiharra í Bretlandi
sendiharra í restini av
Europa
sendiharra í Amerika
og við konslum í ymisk-
um londum, sum tó
onki skuldu kosta
? Løgreglumál við
løgreglustjóra (fúti)
sýslumonnum
løgreglu- og tolleftir-
litsmonnum
fangahús
skipasýn
ymisk eftirlit
? Dómsmál við
hægstarættardómara
lægrirættar dómara
Lækna- og heilsumál við
5 (fimm) sjúkrahúsum
landslækna
fylkislæknum
kommunulæknum
ljósmøðrum
? Samgongumál við
aðalverkfrøðingi
vitum v.m.
Postverk (0,00 kr. hvíla
í sær sjálvum)
Telefonverk (0,00 kr.
hvíla í sær sjálvum)
Innanoyggja sigling
Útvarp og veðurstøð
Kirkjumál við
bispi og prestum
Skúla- og mentamál við
øllum landsins skúlum
og ymiskum studningum
? Vinnu- og handilsmál
við studningum til land-
búnaðin, handverk og
ídnað, handilskúla og
húshaldsskúla
? Sosial mál
? Eftirlønir og studningar
Stjórnarskrá Føroya (grundlóg) er í 73 greinum, av teimum eru 28 um forseta Føroya, men § 30 ljóðar soleiðis »Peningaviðurskiftini verða skipað við lóg«. Í viðmerkingum til búskaparmál er tilskilað, at í fyrstu syftu skal lóg gerast um peninga- og bankamál landsins við einum landsbanka.
Undir »innanlandsviðurskiftum« er tilskilað, at Føroyar verða frítt tjóðveldi, og at »reglurnar um stjórnarskipanina verða skrivaðar í stjórnarskrá (grundlóg)«. Eisini er ein útgreining av embætisverkinum, men hvaðan tað skal koma ella útvegast, fáa vit ikki at vita. Sum kunnugt var tá í tíðini so at siga alt embætisverkið mannað við donskum tænastu- og embætismonnum.
Tað er trupult at ímynda sær barnið, gitið í nationalitiskum veitsluróma og tongforloyst við einum politiskum manifesti á so berum botni, sum tað í veruleikanum var talan um.
At vit, hóast tað at samfelagið fór á húsagang 3 ár eftir at heimastýrislógin var farin at virka, komu so væl burtur úr ruðuleikanum, kunnu øll fegnast um.
Hatta var hinaferð, og so er tað hesaferð!
At pappírs- og prentlistin er nógv broytt síðan 1946, er bóklingurin »Frá heimastýri til fullveldi«, sum nú um dagarnar varð borin hvørjum húsi og heimi í Føroyum, gott dømi um: Snotilig perma, mynd og glitað pappír mín sann, vøkur skræða hevur gandað mangan mann.
Hesaferð er tað ikki »Føroyingafelag«, ið er útgevari, men Føroya landsstýri (landskassin) og formælið til bóklingin er undirskrivað av løgmanni og tveimum landsstýrismonnum vegna Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Tað er ikki heilt av leið at halda, at útgáva og avgreiðsla av hesum riti hevur kostað skattaborgarunum umleið tað, sum Kirkjumál varð mett at kosta í 1946.
Triumvirati, sum hevur undirskrivað formælið, vónar, at bóklingurin fer »at bøta um førleikan hjá fólki at kjakast um og taka støðu til málið um framtíðarstøðu Føroya«.
Kjak í góðum týdningi kann loysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?
Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.
Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góðum árum.
Heri Mohr
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000
????????
6.950.00
????????
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins48.000
5. §. Løgtingið122.000
6. §. Stjórnmálarráðið402.000
7. §. Løgreglumál376.000
8. §. Dómsmál118.000
9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000
10. §. Samgongumál1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál1.353.000
12. §. Kirkjumál200.000
13. §. Vinnumál354.000
14. §. Sosial mál1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000
16. §. Til at taka278.000
?????????
6.950.000
?????????










