Hesa vikuna er Janus Rein á tingi

Janus Rein hevur hesa vikuna sæti á Løgtingi fyri Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmann Fólkafloksins, sum er farin í stutt tíðar farloyvi.

 

Janus var nummar átta á listanum hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið við 273 persónligar atkvøðum á løgtingsvalinum í 2015. Hann er fyrsti eykamaður hjá flokkinum aftan á at Annika Olsen gjørdist borgarstjóri, og Joen Magnus Rasmussen tók langtíðarsæti á tingið. 

 

– Eg ætli mær at brúka møguleikan, nú eg havi sæti á Løgtingi, at senda landsstýrisfólkunum ymsar spurningar sum liggja mær á hjarta, sigur Janus í tíðindaskrivi, hann hevur sent miðlunum.

 

Hann nevnir ymsar feilir, sum hann metir liggja í samfelagnum – eitt nú teir trupuleikar, sum føroysk vinnufeløg hava, tí tey ikki hava møguleika at fáa Nem-id til fyritøkuna. Tað blokerar og diskrimiserar fyritøkurnar rættuliga nógv, tá tær arbeiða á økjum,  sum ikki eru yvirtikin, t.e. donsk virkandi økjum í føroyska samfelagnum.

 

So leingi tað eru økir í Føroyum, sum ikki eru yvirtikin, sum merkir serdonsk økir sum eru galdandi í  Føroyum, eiga og skulu føroyskar fyritøkur hava somu sømdir og møguleika sigur hann.