Hesa myndina verður mamma glað fyri

Nu klokkan er níggju hendan fyrsta G! morgunin, eru tey á tjaldingarplássinum so dánt við at koma undan fjaðrunum aftur.

 

Nú í morgun hitti myndamaðurin hjá in.fo hesi morgunfrísku fólkini uttanfyri handilin í Norðragøtu, har tey sóru og fingu sær morgunmat.

 

Tey væntaðu, at mamma teirra fer at vera ógvuliga glað fyri at síggja hesa myndina, tí heima fáa tey aldrin upp í lag at eta morgunmat.

 

Men morgunmaturin er týdningarmesta máltíðin á degnum og tað hava teir tikið til eftirtektar, tí nú ræður um at styrkja seg til ein drúgvan dag og eina drúgva nátt á G!.

 

Í nátt hevur lagið verið sera gott. Nógv fólk og góður stemningur. Einasti kinkur í øllum var, at tað kom eitt groft æl í nátt.

 

Men nú eru 15 stig og lítil og eingin vindur í Norðragøtu og tískil tornar skjótt.