Hesa ferð var Eysturoyingur bestur

Á Norðoyastevnu fóru Eysturoyingur og Klaksvíkingur stavn um stavn um málið.

Í dag var kappingin aftur tøtt millum júst hesar báðar bátarnar.

Eysturoyingur legði skjótt Klaksvíking afturum seg. Munurin var onkra løtuna meiri enn ein hálv bátslongd. Men í endaspurtinum vóru klaksvíkingar boysnir. Á málinum var munurin skuturin, og tað eigur at vera ábending um, at tað eisini í næstu róðrunum fer at verða spennandi.

Ormurin Langi, sum endaði aftastur, var leingi ikki so nógv aftanfyri hinar, men á málinum var munurin meiri enn tvær bátslongdir millum Klaksvíking og Ormin Langa.

 

10 mannafør

1 Eysturoyingur 09:23.17

2 Klaksvíkingur 09:24.09

3 Ormurin Langi RK 09:33.19

 

Støðan í FM

1 Eysturoyingur 14

2 Klaksvíkingur 12

3 Ormurin Langi RK 10