Fyri einari viku síðani kiksaði tað - kanska eitt sindur óvæntað - hjá gentubátinum Hvassa.
Í dag var eingin slingur í valsinum hjá teimum í Sundalagnum.
Hvassi legði seg beinanvegin á odda. Genturnar av Norðskála og av Eiði, sum mannað bátin á Oyri, róðu trygt og væl, og á málinum var leyst aftur til kappingarneytarnar.
Tað var rættuligt stríð um næstfremsta plássið. Drekin, sum vann á Jóansøku, var leingi væl við, men á síðsta teininum var tað Tambar, sum var stinnast.
5 mannafør gentur
1 Hvassi 05:20.01
2 Tambar 05:21.24
3 Drekin 05:23.03
4 Ørnin 05:32.23
5 Blikur 05:34.20
6 Teistin 05:42.11
Støðan
1 Hvassi 26
2 Tambar 19
3 Drekin 19
4 Ørnin 12
5 Blikur 8
6 Teistin 4