Spania kom sum einasti bólkavinnarin í EM eisini fram til hálvfinalurnar.
Dysturin móti Italia endaði annars málleysur, tó at Spania hevði greiða yvirvág í spæli, og tá einki mál kom í longdu leiktíðini, skuldu brotsspørk til.
Casilla vardi her fyri skotinum frá De Rossi, men tá Buffon í fjórðu royndini vardi fyri skoti frá Guiza, mundu sponsku nervarnir fara á flog.
Tó ikki hjá Casillas. Hann vardi fyri, tá Di Natale skeyt, og so var Fabregas nóg kaldur til at sparka fimta brotssparkið í netið til 4-2.










