Hesa ferð átti Sílið tørn

Í trimum teimum fyrstu kappingunum í ár vóru tað tríggir ymiskir vinnarar í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum.

Sílið vann á Norðoyastevnu, Frúgvin í Hvalvík og Ørnin á Tvøroyri.

Hesa ferð var kappingin aftur tøtt, og aftur hesa ferð vóru tað hesir bátarnir, sum vóru við í kappingini um sigurin.

Sílið legði seg tíðliga á odda, og hóast Frúgvin og Ørnin royndu at bjóða av, og Fípan Fagra hevði fínan endaspurt, so var eingin ivi um, at Sílið svam best.

Á málinum vóru kvinnurnar í Havnar Róðrarfelag meiri enn eina bátslongd frammanfyri Ørnina, sum vann kappingina um næstfremsta plássið við Fípuna Føgru og Frúnna.

 

Varmakelda 2007 - 5 mannafør kvinnur

Nummar Bátur Tíð Gul kort Reyð kort

1 Sílið 05:16.21

2 Ørnin 05:19.15 1G

3 Fípan Fagra 05:20.11

4 Frúgvin 05:21.04

5 Ritan 05:26.19

6 Jallurin 05:32.05

7 Erla Kongsdóttir 05:33.15

8 Teistin 05:38.05

9 Blikur 05:52.08

 

Støðan í FM - 5 mannafør kvinnur

Nummar Bátur Stig Gul kort Reyð kort

1 Sílið 23

2 Frúgvin 17

3 Ørnin 17 1G

4 Fípan Fagra 16

5 Ritan 7 1G

6 Teistin 7

7 Jallurin 1

8 Blikur 0

9 Erla Kongsdóttir 0

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Teistin

2 Jallurin

3 Frúgvin

4 Ørnin

5 Sílið

6 Fípan Fagra

7 Ritan

8 Erla Kongsdóttir

9 Blikur