Hesa ferð tók Milan av ? í evstu løtu

AC Milan, sum í vikuni segði farvæl við Champions League, fekk eitt kærkomið høvi at leggja trýst á Inter Milan, tá grannarnir taptu fríggjadagin. Á San Siro í Milano sá annars einki út, tá tíðin var við at vera farin, men so traðkaði Clarence Seedorf fram og skoraði. Fyri Milan kom tað illa við, at David Beckham fór skaddur av vøllinum.

 

AS Roma, ið liggur nummar trý, megnaðu ikki at fáa fulla nyttu burturúr, tá teir vitjaðu í Livorno. Simione Perotta, Luca Toni og David Pizzaro skoraðu hvør sítt fyri Roma, men Cristiano Lucarelli tryggjaði Livorno eitt stig við at skora hattrick.

 

Juventus, sum stríðist við at røkka fjórða plássinum, var á odda 3-0 longu eftir tiggju minuttir á heimavølli móti Siena. Men Siena, ið liggur niðast í Seria A, svaraði tríggjar ferðir aftur. Sostatt endaði dysturin við javnleiki 3-3. Juventus liggur á fimta plássi, eitt stig aftanfyri Palermo á fjórða plássi.