Hesa ferð tók Arsenal av

Arsenal vann í dag á Manchester United við máli, sum Aaron Ramsy skoraði. Dómarin kom eisini í fokus, tá hann tvær ferðir valdi ikki at bríksla fyri brotssparki. Arsenal var uttan liðskiparin, Cesc Fabregas, tá teir í dag á Emirates leikvøllinum tóku ímóti oddaliðnum í Premier League, Manchester United. Í hansara stað hevði Arsenal venjarin, Arsene Wenger, valt 20-ára gamla walisan, Aaron Ramsey. Tað skuldi vísa seg at verða ein góða avgerð.

 

Arsenal kom væl frá byrjan og hevði bóltin fyri tað mesta, meðan gestirnir royndu seg við skjótálopum við Wayne Rooney og Nani á odda. Mest umtalaða støðan í fyrra hálvleiki var tá Arsenal vildi hava brotsspark. Eftir innlegg úr høgru er Manchester United miðverjin, Nemanja Vidic, fyrstur á bóltin, sum fer út til horna. Meðan Arsenal framherjin og dagsins liðskipari, Robin van Persie, royndi at gera vart við eitt hvørt vístu sónvarpsmyndirnar, at serbin nýtti hondina til hjálpar. Hóast Robin van Persie royndi at forklára dómaranum hvat var hent, so fingu teir bara horna burtur úr støðuni.

 

Tíggju minuttir fyri hálvleik kom einasta málið í dystinum. Robin van Persie legði innfyri úr høgru, har Aaron Ramsey plaseraði bóltin í málið til stóra gleði fyri Arsene Wenger og Arsenal. Eftir hetta tók Manchester United meira yvir og onkuntíð var vandi á ferð, men Wojciech Szczesny í Arsenal málinum tók sær av tí, sum var at gera. Í hinum endanum vóru Arsenal óneyvir við seinastu sendingini og tí hevði Edwin van der Sar lítið at gera.

 

Tríggjar minuttir fyri tíð vildi Manchester United so hava brotsspark. Innskifti Michael Owen fór umkoll í Arsenal brotsteiginum, men aftur valdi dómarin ikki at bríksla. Sjónvarpsmyndirnar vístu at tað var samband millum Michael Owen og Arsenal verjuleikaran.

 

Ósigurin merkir fyri Manchester United, at um teir tapa móti Chelsea komandi vikuskiftið, so er javnt í oddinum. Arsenal er seks stig aftanfyri Manchester United á triðja plássi.

 

Liverpool heldur fram

 

Góða gongdin hjá Liverpool við Kenny Dalglish heldur fram. Liðið vann fyrr í dag tryggan 3-0 sigur á Newcastle. Maxi Rodriguez, Dirk Kuyt og Luis Suarez skoraðu málini. Liverpool liggur nú á fimta plássi við sama stigatali sum Tottemham, men við betri málúrtøku. Tottenham hevur tó spælt ein dyst færri.

 

Í botn uppgerðini í Birmingham endaði javnt millum Birmingham og Wolverhampton. Steven Fletcher legði Wolves á odda tíðliga í dystinum við brotssparki, meðan Sebastian Larsson javnaði fyri heimaliðið. Wolves liggja framvegis undir niðurflytingarstrikuni.

 

Í løtuni spæla Manchester City og West Ham. Har er støðan 2-1 til liðið hjá Gunnari Nielsen.

 

Premier League:

 

Arsenal ? Manchester United 1-0

1-0 Aaron Ramsey, 56

 

Birmingham ? Wolves 1-1

0-1 Steven Fletcher, 7 br

1-1 Sebastian Larsson, 27

 

Liverpool ? Newcastle 3-0

1-0 Maxi Rodriguez, 10

2-0 Dirk Kuyt, 59 br

3-0 Luis Suarez, 65

 

Manchester City ? West Ham 2-1 (35.min)

1-0 Nigel de Jong, 11

2-0 Lars Jacobsen, 15 sjálvm

2-1 Demba Ba, 33