Hesa ferð sleptu kollfirðingar ikki

Kollfirðingar vunnu tryggan sigur á Neistanum týskvøldið, og í longum løtum av dystinum var trupult at síggja, hví havnarliðið er ovarligari enn KÍF á stigatalvuni

 

Neistin-KÍF 21-29


Hondbóltur


Fyri viku síðani mundu kollfirðingar kenna seg vónsviknar, eftir at teir høvdu tveitt eina at líta til trygga leiðslu burtur móti Kyndli. Týskvøldið skuldu teir so aftur til Havnar, har teir hesa ferð skuldu royna seg móti Neistanum.

Sum so var gongdin í stórum pørtum av dystinum hin sama, sum tá teir spældu javnt móti Kyndli. KÍF fekk ta betru byrjanina, og við teimum báðum útlendsku leikarunum á odda, ringu teir hampuliga skjótt vunnið sær eina hampuliga leiðslu.

Seks mál vóru á muni í hálvleikinum, men enn mundu teir hjá KÍF ikki kenna seg tryggar. Tá Neistin so spakuliga fór at eta burtur av leiðsluni, mundu fleir bera ótta fyri, at søgan skuldi gerast hin sama sum seinast, men tað hendi tó ongantíð. Nærri enn fýra málum sluppu teir á heimaliðnum ikki, og hóast Neisitn fram móti endanum royndi at mansverja útlendingarnar, so hjálpti hetta bert eina lítlu løtu. Seinastu løtuna kundu kollfirðingar staðfesta sigurin, og fagnaðurin á bæði leikarum og viðhaldsfólkum var stórur, tá bríkslað varð av.


Einfalt og uppiborið

Sæð yvir ein kamb var uppskriftin hjá KÍF til sigurin lutfalsliga einføld.

Í verjuni løgdu teir dent á, at skerma av fyri vandamesta álopsvápninum hjá Neistanum, Jacob Jónsson, og varð hetta gjørt við at lata Jákup Dam spæla eittara. Ein leiklut, sum hann megnaði sera væl allan dystin. Hetta órógvaði neistaspælið rættiliga nógv. Teir megnaðu sjáldan at spæla seg ígjøgnum verjuna, og mistu teir bóltin, vóru kollfirðingar skjótir avstað.

Neistaliðið royndi seg við ymsum álopsuppstillingum ígjøgnum dystin, m.a. við flytingum av Jákup Sverra Kass og Kára Mortensen, men teir megnaðu ongantíð at lyfta seg upp móti gestunum.

Í álopspartinum var talan eisini um einfalt og effektivt spæl frá kollfirðingunum. Í størst møguligan mun varð roynt at spæla upp til báðar útlendingarnar, og við krossrenningum eydnaðist sera ofta hjá hesum at koma til skot.


Einki mótspæl

Neistin fann ongantíð nakað mótspæl móti hesum, men tað er merkisvert, at teir so at siga allan dystin hildu fast um eina 6-0 verju, tí tað var eyðsæð, at hetta so avgjørt ikki gjørdi fortreytirnar hjá gestunum verri. Teir snøgt sagt skutu upp um neistaverjuna, og so lá bólturin nærum hvørja ferð í meskunum. Annars stuttligt at síggja, hvussu hegnisliga leikandi venjarin kundi leggja bóltin í meskarnar. At kalla hvørja ferð dróg hann skotið yvir móti longra horninum, meðan málverjin hjálparsleysur stóð fangaður á skeiva beininum.

Ivaleyst hava kollfirðingar eisini vant støður, har teir báðir útlendsku ikki sleppa so væl framat, men hesum fingu teir at kalla ikki brúk fyri týskvøldið. Bert eina lítla løtu seint í dystinum royndi Neistin seg við mansverju av teimum báðum, og tá var eina løtu líkt til, at teir kundu toga heim í evstu løtu. Munurin minkaði tá úr níggju niður í fimm mál, men tá so kollfirðingar aftur øktu, var liðugt.

Seinasta løtan var bert ein staðfesting av sigrinum, har kollfirðingar runnu seinastu sálarligu orkuna úr heimaliðnum, sum hesa løtuna tóktist fullkomuliga í upploysn.


Á veg upp

Sum tað stendur omanfyri, so er kanska líkt til, at styrkin hjá kollfirðingum bert eru teir báðir útlendsku, men soleiðis er tó ikki.

Yvirhøvur tykist liðið at vera væl mannað í ár, sæð í mun til undanfarin ár, og til dømis má tað metast sum eitt slag av luksus hjá teimum, at hava ráð til at hava Eddie Joensen á beinkinum somikið leingi.

Verjuspælið var hesa ferð væl skipað, og við Óla Christian hava teir ein sera sterkan seinasta skansa. Hetta ger, at teir væl eru førir fyri at seta skjótálop ígongd, har spælarar upp á skift tóku spurtir fram eftir vøllinum.

Alt í eitt er talan í ár um eitt KÍF lið, sum er betri fyri, enn vit hava sæð tað í fleiri ár. Størsti veikleiki teirra er helst, at teir eru ov vanir við leiklutin sum botnlið. Fyri at koma sær longur upp á stigatalvuna, skulu spælarar eisini »læra« at vera á odda, soleiðis at spælið ikki gjørst ov fjáltursstungið, tá sigurin er í nánd. Vit hava sæð hetta hent fleiri ferðir í ár hjá teimum, og millum annað hevur tað kostað tveir sigrar á Kyndli.

Verður hetta eisini fingið í rættlag, er einki at ivast í, at kollfirðingar framyvir fara at loypa hvøkk á fleiri onnur enn neistafólk.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Neistin: Rune Møller 5, Ári Rouch 5, Áki Mørk 3, Jákup Sverri Kass 2, Ragnar Zachariasen 1, Helgi Justinussen 1

KÍF: Iljan Topic 9, Durica Tomic 7(1), Petur Martin Poulsen 6, Vagnur Johannesen 2, Regin Petersen 2, Petur Martin Johansen 1, Jákup Dam 1, Kristian Madsen 1

Brotskøst: Neistin 2, KÍF 2

Útvísingar: Neistin 2, KÍF 2

Dómarar úr H71/Kyndli: Ragnar Simonsen og Petur S. Dahl.Mistu ongantíð tamarhaldið á dystinum, men í løtum kundu fingrarnir verið nýttir nakað væl meira, tá leikararnir vóru heldir ógvusligir við hvønn annan.