Hondbóltur
Tað var kanska væntandi, at VÍF var liðið við betru tendringini á Skála sunnudagin. Eftir tapið í steypafinaluni, har vestmenningar mest sum tveittu sær sigurin burtur, skuldi bletturin vaskast á Skála, og tað varð hann eisini so ruddiliga.
VÍF var nevnliga á odda allan dystin á tamb. Fyrstu fimm minuttirnar sendu teir fimm bóltar inn um Marian Cirloganescu, og tó at StÍF kom seg eftir timburmenninar frá finaluni, so tóktust teir ikki hava tað, sum skuldi til fyri at venda dystinum.
Mistu ikki høvdið
Fremsta orsøkin til hetta var helst, at vestmenningar ikki í sama mun lótu seg stressa. Í finaluni mistu teir at kalla tamarhaldið á sær sjálvum – og harvið dystinum – men tann støðan íkom ongan tíð sunnudagin.
Við 10 minuttum eftir tóktust strandingarnir annars at hava bíta frá sær. Munrin varð minkaður í tvey mál, men tá Marian fekk tveir minuttir, tá hann fyri aðru ferð í dystinum varð skotin í andlitið, kundu vestmenningar punktera dystin. Teir skoraðu tvær ferðir á rað í yvirtalil, og so varð seinasta vónin hjá vertunum sløkt.
Finaluklárir
Sigurin ber við sær, at Vestmenningar nú eru mest sum finaluklárir. Kravið í so máta er fýra stig í komandi fýra dystunum, og tað man vera til at liva við hjá einum somikið royndum liði. Hartil skal havast í huga, at tað als ikki er víst, at KÍF, StÍF ella Neistin fáa fulla úrtøku seinastu fýra umførini.
Tí er fremsta avbjóðingin hjá VÍF kanska at halda spælarunum til, soleiðis at teir ikki »sovna« seinastu umførini.
Tann vandin er helst eisini ítøkiligur hjá StÍF. Tí hóast ein FM-finala í sjálvum sær skuldi verið nóg stórt agn, so hava vit fleiri ferðir áður sæð, at liðið er vorðið ov nøgt eftir ein steypasigur. Og at avgerandi stig í landskappingini tí eru tveitt burtur í umførunum kring finaluna. Eitt fyribrigdi, sum StÍF ikki hevur ráð til hesaferð.
Fakta um dystin
StÍF-VÍF 29-36 (15-18)
Málskjúttar
StÍF: Finnur Hansson 8(3), Leivur Justinussen 5(1), Bent Djurhuus 3, Mortan Hansen 3, Sveinur Justinussen 2, Bárðru Danielsen 2, Jacob Jónsson 1
VÍF: Áki Olsen 7, Regin Joensen 7(3), Agnar Joensen 6, Sámal Joensen 5, Ingi Olsen 4, Harald Bjørgvin 3, Áki G. Olsen 2, Sjúrður Poulsen 2
Brotskøst: StÍF 7, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 5
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen