Hesa ferð kiksar Bora

Bólkur C:
Fyri fyrstu ferð er líkt til, at framúr dugnaligi venjarin ikki fær lið sítt víðari úr bólkaspælinum

HM-fótbóltur

Hann er nakað fyri seg, Bora Milutinovic. HM-kappingin hesa ferð er sætta ferðin, at hann stendur sum venjari hjá einum liðið, og øllum undanfarnu førunum hevur hann megna at ført landið, sum hann umboðaði víðari úr bólkaspælinum. Bragdið gerst ikki minni, tá lagt verður afturat, at tað aloftast hava verið smátjóðír í fótbóltshøpi, sum hann hevur staðið á odda fyri.
Hesa ferð er tó líkt til, at tað verður meira enn trupult hjá Bora og hansara kinesarum. Í bólki C spældi Kina móti Costa Rica. Talan var um tey á pappírinum veikastu liðini í bólkinum, og eftir dystin var eingin ivi um, at Kina er veikasta liðið í bólkinum.
Fult uppiborið vann Costa Rica ? sum annars eisini hevur havt Milutinovic sum venjara ? 2-0, og tað var eftir øllum at døma endin hjá Kina. Undir øllum umstøðum er sera trupult at ímynda sær, at teir skulu taka stig frá Turkalandi ella Brasilia.

Brotssparksgáva
Hóast Brasilia vann dystin á Turkalandi, so er lítil ivi millum serfrøðingarnar um, at tað verða júst hesi bæði liðini, sum vinna seg úr bólkaspælinum.
Hóast tapið, so sýndi Turkaland aftur hesaferð, at landið heldur á fram við at gera stór framstig á altjóða fótbóltspallinum. Tað var Brasilia, sum hevði betra spælið, men leingi var tó líkt til, at Turkaland skuldi fáa annað stigið. Ikki fyrr enn dómarin í dystinum valdi at geva brasilia eitt brotsspark, sum varð framt langt uttan fyri brotsteigin, gav hetta úrslit hjá Brasiliga. Fyri brotssparkið fekk Ozakan reyða kortið, og sum um hetta ikki var nóg mikið, fekk Unsal nakað seinni somuleiðis ostaskorpuna, tá hann í frustratión sparkaði bóltin eftir Rivaldo, sum tó eisini dugdi væl at fáa sum mest burtur úr hendingini.

Úrslit:
Brasilia-Turkaland 2-1 (0-1)
0-1: Hasan Gokhan Sas, 45
1-1:Ronaldo, 50
2-1: Rivaldo, 87

Kina-Costa Rica 0-2 (0-0)
0-1: Rónald Goméz, 61
0-2: Mauricio Wright, 65