Fyri viku síðani løgdu bæði feløgini rygg til tap. Hjá KÍ var tað stórt vónbrot ? eftir at hava fingið stig burturúr fimm ferðir á rað ? at tapa á Argjum, har klaksvíkingar í 2. hálvleiki vóru niðurspældir. GÍ vísti í torføru avbjóðingini á heimavølli ímóti B36 góðan hugburð, hóast GÍ tapti 1-0.
Síðani 1980, tá ið GÍ trein inn í fremstu røðina, har gøtumenn síðani hava verið saman við KÍ, hevur GÍ 29 ferðir spælt landskappingardyst í Klaksvík. Hagtølini staðfesta útsøgnina, sum sigur, at GÍ plagar at standa seg væl í Klaksvík. GÍ hevur vunnið 12 landskappingardystir í Klaksvík, KÍ hevur 11 ferðir vunnið á heimavølli ímóti GÍ, og seks ferðir hevur tað verið javnt. Í málum stendur á jøvnum ? 52-52.