Ein heryvirmaður í suðuramerikanska landinum Kolombia hevur fingið 21 ára fongsul, eftir at hann hevur viðgingið at hava gjørt av við í minsta lagi 57 sivilfólk. Aftan á drápini vórðu líkini latin í búnar, sum uppreistrarmenninir brúka, og yvirmaðurin segði, at hetta vóru uppreistrarmenn, sum vóru falnir í bardaga við stjórnarherin.
Tíðindastovurnar skriva, at dómurin ímóti oberstinum Luis Fernando Borja er tann fyrsti av sínum slagi í Kolombia. Dómurin kann fáa stóran týdning, tí ákæruvaldið er í ferð við at kanna 1.400 líknandi mál.
Mannarættindafelagsskapir hava leingi lagt kolombiska herin undir at beina fyri sivilfólki og at skráseta tey sum falnar uppreistrarmenn. Í 2008 bleiv prógvað, at hetta var so, og síðani hava myndugleikarnir avdúkað fleiri gravir við sivilfólki, sum stjórnarherurin hevur beint fyri.