A-landsliðið við kvinnum er farið leiðina til Budapest, har Ungarn tekur ímóti í seinasta útidystinum í hesari undankappingini, og ein útskifting bleiv gjørd í hópinum. Rúna Jacobsen úr HB hevur givið avboð vegna skaða, og í hennara stað hevur landsliðsvenjarin úttikið Hervør Hansdóttir Olsen úr KÍ.
Hervør Olsen spældi sínar fyrstu A-landsdystir í Baltic Cup í fjør summar, har hon skoraði føroyska málið í 1-1 javnleikinum móti Estlandi. Skaðasteðgurin hevur ikki ávirkað máltevið hjá kvika klaksvíkinginum; Hervør hevur skotið trý mál fyrstu trý umførini av landskappingini.
Dysturin millum Ungarn og Føroyar verður spældur á Szusza Ferenc Stadion í Budapest fríggjadagin 8. apríl kl. 16.30 føroyska tíð, og hann verður vístur í Kringvarpi Føroya.