Tað plagar at ganga javnt fyri seg, tá ið HB og KÍ hittast, og tað er komið fyri, at HB hevur vunnið stig og onkra ferðina øll stigini, hóast KÍ hevur verið greiður favorittur.
Í dag hevði HB vitjan av KÍ, og tað endaði við 2-1 sigri til tær úr Klaksvík.
Eftir fyrra hálvleik var HB frammanfyri 1-0. Málið skoraði Katrin Hansen, tá ið 10 minuttir vóru farnir. Hetta var fyrsta málið hjá henni í bestu deildini, og tveir minuttir seinni hevði 15 ára gamla Katrin gyltan møguleika at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki.
Eftir steðgin var KÍ greitt omaná, og tá eydnaðist tað meistaraliðnum at skora tvey mál og harvið at tryggja sær øll stigini.
Í báðum førum var Hervør Olsen málskjútti. Hon hevur nú skorað trý mál í trimum dystum.
Tað fyrra málið skoraði Hervør Olsen tríggjar minuttir eftir steðgin, og tað seinna skoraði hon í 65. Minutti. Í fjør var Hervør nógv skaðadarvað, og hon hevur lagt nógv fyri í venjingum fyri at koma fyri seg aftur. Í dag var hon á vøllinum, inntil tað restaðu 11 minuttir. Tá loysti Rannvá B. Andreasen hava av.