Hervør gjørdist kattadrotning

Kvinnur hava sligið pott, og menn hava sligið tunnu í Nólsoy í dag.

Tey hugna sær í Nólsoy, nú føstulávint verður hildin. Í fleiri ár hevur bindiklubbur sligið pott leygardagin fyri føstulávint.

Nógvastaðni kring landið hevur føstulávint verið hildin í dag, tó at føstulávintsmánadagur ikki er fyrr enn mánadagin. Í fleiri ár hevur ein stórur bindiklubbur í Nólsoy sligið pott leygardagin fyri føstulávint, og soleiðis hevur eisini verið í kvøld.

Fleiri festliga klæddar kvinnur vóru við til tiltakið, og tá avtornaði, var tað Hervør Hansen, sum rakti pottin og gjørdist kattadrotning. Tiltakið fór fram uttan fyri barrina Maggies. Á innsettu myndini høgru megin síggja vit Hervør, kattadrotningina, og hon sæst eisini fremst millum hinar við ferðasteypinum.

Eftir pottasláing og ein túr inni á Maggies, har felagsmyndin eisini er tikin, savnaðist allur bindiklubburin til ein góðan bitan hjá Vilmu og Michael, og her var alt gott á vældekkaða borðinum, soleiðis sum innsetta myndin í vinstra horni vísir.

Menninir í Nólsoy skipaðu eisini fyri tunnusláing úti á Nýggjaveg í dag. Her var rættiliga stór undirtøka og long bíðirøð til tunnuna. Kattakongur gjørdist Fríðrik Sivertsen, ið er giftur Maud Wang Hansen. Myndir frá báðum tiltøkunum kunnu síggjast á facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá.