- Hetta verður tað størsta, vit nakrantíð hava gjørt.
Soleiðis ljóðar hóttanin móti Svøríki frá Anonymous, sum er ein bólkur av teldusníkum. Hóttanin er at síggja í einum videobroti á Youtube. Og hesaferð er tað altso Svøríki, sum stendur fyri skotum.
Hesa vikuna hava fleiri svenskar heimasíður hjá tí almenna havt vitjan av teldusníkum. Eitt nú hava teldusníkar verið inni á telduskipanunum hjá bankum, løgregluni, dómstólum og sosialu myndugleikunum.
Sambært hóttanini frá Anonymous á Youtube, so fara teir í holt við størsta telduálopið nakrantíð í dag klokkan hálvgum trý svenska tíð. Hetta er ein hóttan, sum svensku myndugleikarnir eiga at taka í størsta álvara. Tað sigur teldufrøðingurin Peter Kruse við Danmarks Radio.
- Talan er um heimasíður, har vanligir borgarar kunnu finna hentar upplýsingar. Tað kunnu teir tó ikki gera, meðan hesi telduálopini fara fram, sigur teldufrøðingurin.
Hann sigur, at hóast hesin bólkurin av teldusníkum ikki hevur nakran leiðara, so ivast hann ikki í, at øll tey, sum eru við í bólkinum, fara at stuðla hesum álopinum, og tað kann elva til stóran skaða.
Svensku fjølmiðlarnir umrøða eisini hóttanina sum eina álvarsama hóttan og ávara fólk um teldusnýkarnar.