Í gjárkvøldið gjørdist brádliga herviliga hált stutt eftir klokkan 20, hóast hitin ikki var undir frostmarkið. Onkur bilførari varnaðist hetta kanska dekan ov seint. Tað er ikki óvanligt, at tað gerst hált í støðum, hóast hitamátarin í bilinum ikki vísir froststig.
Serliga tá stjørnuklárt er, og stilt í veðrinum, ræður um at hava skálkin aftanfyri oyrað.
Í gjárkvøldið gjørdist brádliga hált sum á kalvabaki millum Kjalnes í Kollafirði og við Áir.
Í gjárkvøldið, tá undirritaði kom framvið, lá hesin bilurin við ranguni uppeftir við landsfjósið hjá Landsverki.