Hervilig influensa herjar

Nógv fólk liggja sjúk kring landið í hesum døgum. Marjus Dam, kommunulækni í Vágum, sigur, at fólk eiga vera varin, um tey brádliga gerast sera ússalig ella verða sjúk aftur, tá tey eru um at verða frísk.

 

- Nógv ringja til læknan við hosta og fepri, og tey eru so illa fyri, at tað er ikki hugsingur um at fara til arbeiðis, sigur hann.

 

Marjus Dam sigur, at vanliga plagar ein ring influensa at vara í eina viku ella har á leið. Tey flestu hava nógvan fepur í 3-4 dagar, og so plagar sjúkan at hæsa av. Hann mælir til at seta seg í samband við lækna, um sjúkan dregur út, ella um ein brádliga verður sera ússaligur. Tað sama er galdandi, um mann legst aftur, tá mann annars var um at gerast frískur.

 

- Tá kann talan vera um eftirsjúkur, eitt nú lungnabruna, og tað skal viðgerast, sigur Marjus Dam. Hann leggur afturat, at tað eru fleiri, sum fáa eftirsjúkur.

 

Influensan rakar fólk í øllum aldri, sigur Marjus Dam. Hann heldur kortini, at hóast tað verður sagt, at influensakoppsetingin ikki rakar heilt beint í ár, so eru tey, sum eru koppsett, ikki so hart rakt, sum tey annars høvdu verið.

 

Influensan kemur brádliga við fepri, høvuðpínu og vøddapínu og mann fær ilt í hálsin. Tá gerst ikki annað enn at leggjast undir dýnuna, sigur Marjus Dam, kommunulækni í Vágum.

 

Eisini í Danmark liggja nógv fólk sjúk við influensu. Danski Serumstovnurin upplýsir, at metnógvir influensatilburðir vórðu skrásettir í Danmark í farnu viku. Serumstovnurin sigur seg rokna við, at komandi vikurnar fara upp aftur fleiri danir at fáa influensu.