Herverksmaður druknaði gásarunga í eini spann

Løgreglan kannar tvey mál um herverk í Skopun, eftir at gásarungar hjá einum manni eru fyribeindir

Tað var ein ótespulig sjón, ið møtti einum manni í Skopun, tá ið hann fór á trøðina hjá sær seinnapartin í gjár at hyggja at gásarungunum.

Tá sá hann, at onkur hevur rætt og slætt druknað ein av ungunum í eini spann.

 

Hann meldaði, og løgreglan sigur, at tað var seint seinnapartin í gjár, at tey fingu eina fráboðan um, at onkur hevði dripið ein gásarunga á eini trøð í Skopun.

 

Talan eru trøðina, tey kalla Ludvíksatrøð og sum er beint omanfyri gamla vegin úr Skopun til Sands.

 

Løgreglan sigur, at gásarungin er ikki kiptur, sum er vildi verið tann vanligi mátin av avlíva ein gásarunga upp á. Tvørturímót er gásarungin druknaður í eini spann við vatni.

 

Løgreglan sigur, at talan er um ein fullvaksnan gásarunga. Samstundis er spannin lítil og tískil kann tað sigast við fullari vissu, at talan er ikki um eitt óhapp, har gásarungin er dottin í spannuna, og er druknaður.

 

- Tað er onkur, ið hevur druknað gásarungan við vilja, sigur løgreglan.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at gásarungi hjá sama manni er dripin, tí tann 13. juni varð eisini ein ungi á somu trøð, dripin, men hann varð kiptur og blakaður á jørðina.

 

Løgreglan veit ikki, hví herverkini eru framd og tey vita heldur ikki, hvør hevur framt tey.

 

So er tað onkur, ið hevur sæð okkurt har um vegir, eru tey vælkomin at geva løgreglun eitt prei, sigur løgreglan.

 

Myndirnar vísa, hvussu tað sá út á trøðini, tá ið skopuningurin fór at hyggja at gásarungunum. Á myndini vinstrumegin sæst, at gásarungin er stúvaður niður í eina spann fyri at drukna hann og á hinari myndini, har ungin liggur undir liðinia spannuni, sæst, hvussu lítið vatn er í spannuni.

 

Tí ivast løgreglan ikki í, at gásarungin er druknaður við vilja og tí vilja tey fegin frætta frá fólki, sum vita okkurt, ella hava sæð okkurt.