Herverk Tá ið Hans Jørgensen, deknur í Miðvágs kikju møtti sunnumorgunin í kirkjuni at fyrireika gudstænastuna, var hann illa við. Sjey stórir steinar vóru tveittir inn gjøgnum rútar, og ein stólur í kirkjuni var eisini skamfílaður. Deknurin boðaði beinanvegin kirkjuráðsformanninum frá, og politiið fekk eisini boðini. Herverk er gjørt aðrastaðni í bygdini somu nátt. Politiið veit framvegis ikki, hvør hevur framt herverkið. Onkur hevur hoyrt ein flokk av ungum fólkum, gentum og dreingjum, har á leiðini, men onnur fólk vita at siga, at okkurt annað herverk hevur verið gjørt fyrr um náttina. Politiið í Vágum sigur, at tað í fleiri ár hevur verið heilt ókent í Miðavági við slíkum, men í seinastuni hava eisin verið nøkur innbrot, og felags fyri øll hesi innbrot hevur verið, at einki er stolið. Okkurt skal henda - Líkt er til, at tað bara er gjørt, tó okkurt skuldi henda, og mín fatan er, at tað eru frustreraðir ungdómar, sum hava verið upp á spæl. Hugsast kann, at antin hevur summarfrítíðin verið teimum ov long, ella tey tímdu ikki aftur í skúla. Vit kunnu bara gita, sigur Michael Gram, politistur, sum fegin vil hava fatur á fólkunum fyri at siga teimum, at slíkt eiga tey ikki at gera. Lestur Í Miðvágs kirkju var lestur, sum ætlað, og deknurin Hans Jørgensen hevði eina viðmerking til, sum hent var við kirkjuni um náttina við herverki á kirkjuna. Eisini hann helt, at hetta mundu vera barnalótir, og at kirkjan ikki nakar rættur, sum dømir. - Eru tað børn ella ungdómar, sum hava gjørt hetta, eiga vit at fáa fatur á teimum og hjálpa teimum heldur enn at døma tey. Hjálpa teimum, so tey ikki fara longur og gera naka verri senni, sigur Hans Jørgensen. Herverkið forðaði ikki fyri, at stór konsert var í kirkjuni um kvøldið, og minst 140 fólk lýddu á Vestmanna kirkjukór, Rúna og Súsonnur Brattaberg og haraftrat ársins songrødd Biritu Poulsen.










