Seinastu nátt er herverk gjørt á skeltini í tunlunum Norður um Fjall.
Hetta er so mikið álvarsamt, at Landsverk hevur sett løgregluna inn í málið, tí slíkt setir trygdina í tunlinum í vanda.
Talan er um trý M skelti, sum eru burtur í Árnafjarðartunlinum og fýra M skelti í Hvannasundstunlinum.
Harumframt hevur eitt ávaringarskelti fingið so stóran skaða, at tað má skiftast. ?Landsverk hevur boðað løgregluni frá herverkinum, og heitir á fólk um at boða løgregluni frá beinanvegin, vita tey nakað um hesa hending í tunlunum seinastu nátt.