Herverk á trø úti í Grøv

Trøini úti í Grøv í Klaksvík fáa ikki frið fyri ótangum Tríggir japanskir lerkar sum hava fingið av at vita. Øll børkin á bulinum er flust uttanav, og tá soleiðis verður atborið, er í veruleikanum einki annað at gera, enn at saga trøini burtur og planta nýtt, sigur Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Hesi trøini standa í norðurhorninum á viðarlundini og eru millum fyrstu, sum Hans Jacob hjá Dava gróðursetti úti í Grøv. Nú tey av herverksávum máttu lata lív, høvdu tey eftir 25 árum vaksið seg umleið seks metrar til hæddar.

Býargartnarin hjá Klaksvíkar kommunu fegnast um, at viðarlundin verður sera nógv vitjað, og at herverk sum hetta tíbetur hendir sera sjáldan.

Kelda: www.klaksvik.fo