Sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn fráboðað, at herverk var gjørt á millumbygningin í SMS. Talan var um tveir knústar dupult glasrútar. Hol var ígjøgnum annan rútin, meðan hin var sprekkaður. Helst eru tað steinar, ið eru kastaðir á rútarnar.
Løgreglan veit ikki, hvør gerningsmaðurin er.
Annars verður sagt av politigarðinum í Havn, at hampuliga friðarligt hevur verið um vikuskiftið.
Onkur smáherverk, og eisini hevði onkur fingið húsini hjá sær maksað út.
Og hóast stóru undirtøkuna á Ovastevnuni í ár, hevði løgreglan onki at gera har úti. Ongin var sendur til Nólsoyar, tí løgreglan hevði ikki manning til tess, men tað var lukkutíð, heldur ikki tørvur á løgregluni úti í Nólsoy um vikuskiftið.
Vakthavandi á politistøðini sigur tó, at um tørvur hevði verið á løgregluhjálp úti í Nólsoy, plagar Skipasmiðjan at sigla menninar út við skúmaranum.









