Løgreglan í Havn fekk fráboðan um herverk á Argja skúla. Fráboðanin kom leygardagin, og talan var um ein brotnan rút. Ein rútur varð somuleiðis brotin í Venjingarskúlanum. Blóðspor vóru at síggja inni í skúlanum, men ongi tekin vóru tó um, at nakað var stolið. Annars sigur vakthavandi, at tað ikki vóru so nógvir trupulleikar av fullum fólki um vikuskiftið. ? Leygarkvøldið var eitt jólafrokostkvøld, men hóast tað var ikki meira at gera enn eitt vanligt leygarkvøld, sigur vakthavandi. Ein varð tikin inn á støðina at sova rúsin av sær, og løgreglan koyrdi eisini fleiri heim.