Herverk á politigarðin

Um 19 tíðina fríggjakvøldið uppdagaðu løgreglumenn á politistøðini í Havn, at onkur hevði roynt at »fríðka« um garðin hjá teimum uttanfyri støðina. Viðkomandi hevði málað sokallað graffitti á sjálvan garðin, har hann hevði skriva »svín og sadistar« á.
Eisini aðrastaðni í grannalagnum varð málað á onkran vegg. Politiið veit ikki, hvør gerningsmaðurin er, men talan er helst um sama persón, tí hondskriftin er tann sama.