Herverk á politibil


 

Leygarnáttina varð herverk framt móti einum politibili, ið stóð parkeraður í miðbýnum í Havn.

Løgreglumenninir vóru úti, og bilurin stóð óvardur. Ein ungur maður legði á bilin og knústi útrykningsljósið.

Løgreglumenninir tóku mannin, meðan hann framdi herverkið, og hann kann vænta sær eitt endurgjaldskrav.