Um vikuskiftið hevur umfatandi herverk verið gjørt á nummarplátur í eysturbýnum í Havn.
Á tveimum bilum vóru nummarpláturnar tiknar av, boygdar og oyðilagdar, og á fleiri øðrum bilum hevði onkur gjørt seg inn á tær.
Løgreglan sigur, at tað er sannlíkt, at tað eru somu persónar, sum hava gjørt seg inn á bilarnar, og teir vilja fegnir frætta frá fólki, ið møguliga hevur onkrar upplýsingar.