Um vikuskiftið hevur onkur havt til fragd at gera seg inn á bátar og bilar niðri á Kongabrúnni í Havn. Talan er um brotnar rútar, sum vórðu meldaðir til løgregluna sunnudagin. Politiið veit ikki enn, hvør hevur framt herverkini.
Tó verður væl latið at vikuskiftinum. Bæði í Havn, Klaksvík og í Suðuroy hevur verið friðarligt. Politiið hevur ikki havt nógv at gera, og fólk hava skikkað sær stak væl.