Løgreglan í Havn hevur aftur hetta vikuskiftið fingið fráboðan um herverk í miðbýnum. Kunningarstovan hevur staðið fyri skotum hesuferð. Tveir rútar eru farnir, og hetta hendi leygarnáttina.
Somu nátt hevur onkur eisini brotið tveir rútar í einum sethúsum í Magnus Heinasonargøtu.
Løgreglan fær slíkar fráboðanir hvørt vikuskiftið, og tað er torført at finna gerningsmenn, hóast fólk hava sæð onkran renna av staðnum.
Umframt herverk, so hava fleiri smávegis ferðsluóhapp verið í Havn. Talan er mest um parkeraðar bilar, ið eru árendir, har tann seki er rýmdur av staðnum.