Herverk ímóti Havnar kirkju

Onkur, ið er ímóti rættum til samkynd, hevur gjørt herverk ímóti Havnar kirkju

Tað var ikki vøkur sjón at síggja í morgun, at onkur hevur við stórum svørtum stavum skrivað á portrið hjá Havnar kirkju á Húsabrúgv: »Antikrist, rættstava LGB og so ein kross í staðin fyri eitt T«.

Júst í morgun skuldi málið um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur í barsilsskipanini vera á skránni í Løgtinginum, og júst í hesi løtu situr samgongan og roynir at finna eina loysn, so samgongan ikki skrædnar upp á hetta í roynd og veru lítla málið.

Málið um rættindi hjá samkyndum hevur klovið løgtingið í fleiri ár. Samgonguflokkarnir eru ímóti rættum til samkynd og ímóti, at fólk av sama kyni skulu giftast. Fleiri í samgonuni, eitt nú Miðflokkurin og Jógvan á Lakjuni lovaðu veljarum sínum, at hjúnabandslógin skuldi rullast aftur – setast úr gildi. Tað er tó ikki hent og hendir valla.

Andstøðuflokkarnir vóru teir, sum samtyktu hjúnabandslógina í 2017.

Trupulleikin er, at ein samgongulimur, Johan Dahl, tekur undir við uppskotinum, sum átta andstøðutingfólk hava lagt fram. Tað kann merkja, at uppskotið verður samtykt – ella í øllum førum, at ein samgongutinglimur tekur undir við uppskotinum, hóast samgonguflokkarnir hava avtalað, at teir skulu vera samdir, áðrenn teir taka undir við andstøðuuppskotum.

Bispur hevur heitt á løgtingið um at avgreiða hetta málið soleiðis, at samkynd foreldur fáa somu rættindi sum hinskynd foreldur.

Avbjóðingin hjá samgonguni eru nú at loysa málið soleiðis, at Johan Dahl kann vera nøgdur og veita samkyndum hesi rættindi, samstundis sum Miðflokkurin framvegis kann siga, at hann er ímóti øllum rættindum til samkynd.